Vælkomin til føroysku síðuna hjá ISI Ítróttarháskúla

 

Spørgsmål?

Er du blevet nysgerrig på skolen, vil du høre mere til prisen eller har du andre spørgsmål? Du er altid velkommen til at skrive 

Daniel Grønne Lykkegaard

mailSkriv til Daniel

Daniel Grønne Lykkegaard

Vit hava eina føroyska síðu, tí vit hava ein langan siður at hava føroyskar næmingar. Tað eru vit sera fegin um - í roynd og veru so fegin, at vit bjóða føroyiskum næmingum ein heilt serligan prís. Hann fært tú at vita, við at skriva ein mail til Daniel, og siga at tú ert forvitin um at hoyra meiri um eitt háskúlauppihald og samstundis hoyra meiri um prísin.

Á ítróttarháskúlanum hava vit pláss fyri øllum. Tú kanst koma fyri at gerast betur innan tína ítróttargrein, njóta eitt sabbatár ella fyri at gerast betur til víðari lesna.

Hjá okkum velur tú millum okkara linjugrienar: hondbólt, fótbólt, fitness og ernæring, undirvísaralinjan, fótbóltsvenjari ella hondbóltsvenjari. Hevur tú áhuga í fleiri av teimum, ert tú vælkomin at seta tær saman.

Við síðuna av linjugreinum koma ein hópur av øðrum spennandi, avbjóðandi og stuttligum ítróttarlærugreinum, íblásturslærugreinum og háskúlalærugreinum, sum tú sjálv/ur velur og samansetur - soleiðis at tín tímatalva passar til tað, tú hevur áhuga í, og tað, sum tú brennur fyri. Eisini hevur tú møguleika at koma við á túrar og ferðir í Danmark og uttanlanda, og ogna tær nýggjar upplivingar.

Felagsskapur er høvuðsdrátturin á okkara háskúla. Her fært tú møguleika fyri at hitta nýggj vinfólk,  ið møguliga halda alt lívið, mitt í einastandandi ítróttarfasilitetum - bæði á háskúlanum og í økinum beint rundanum skúlan. Her hittir tú samstundis eitt lig av ágrýtnum lærarum og venjarum, sum allir eru ein virkin partur av gerhandislívinum á háskúlanum. Tú fært ein gerhandsisdag við eini rúgvu av trening - og tíð og pláss til hugdýping, íblástur og menning.

Vit arbeiða tætt saman við framsøknum lokalum ítróttarfeløgum, og hetta gevur okkum eina sterka grund at reka ítróttarháskúla, við høgari góðsku, á. Og so kanst tú eisini gleða teg til øll tey nýggju vinfólkini, ferðir og nógvar háskúla upplivingar…

Á ISI Ítróttarháskúla fært tú aktivitetir í heimsklassa; ítrótt, upplivingar og ferðir. ISI Ítróttarháskúli er tín lopfjøl til framtíðina.

 

 

 

 

Vil du vide endnu mere om livet og dagligdagen som elev på vores højskole så følg os her

 

 

 

Lítil háskúli, stór nærvera

Á ISI Ítróttarháskúla er tað, sum tað snýr seg um, tín persónliga menning, felagsskapur og dannilsi. Tí eru vit ein minni háskúli, ið hevur pláss til 73 næmingar. Ein passandi stødd, sum merkir, at tú er ein týðandi spælari frá degi eitt, og at tað uppá stutta tíð, kemst ein tættur og nærverandi felagsskapur, har øll kenna øll. Ikki allir næmingarnir koma frá Danmark.
Vit hava eisini altjóða næmingar, sum uppliva Danmark og danska mentan fyri fyrstu ferð. Eitt spennandi møti, ið knýtur lívslong vinarbond tvørtur um mentan, mál og landamørk.

Miðalaldurin liggur vanliga um tey 21 árini - næmingarnir spreiða seg í aldri frá uml. 17½-30 ár.

 

Bjørk Nolsøe Isaksen

Højskoleelv efteråret 2020

Hvussu er at vera føroyingur á einum háskúla í Danmark?

Sum heild leggur mann ikki so væl til merkis, at tað er munur á, hvar mann kemur frá. Bæði lærarirnir og teir danski næmingarnir eru ógvuliga hjálpsamir, um tørvur er á tí. Eisini av tí, at tað eru so nógvir altjóa næmingar, kennur mann seg slett ikki uttanfyri. Eisini er tað stuttligt at uppliva munirnir á føroyskari og danskari mentan, sum mann annars heldur seg kenna so væl.

Tað kann tó, innímillum, vera eitt sindur ringt at orða seg, akkurát soleiðis sum mann gjarna vildi. Hetta er tó ongin stórur trupulleiki, og skal ikki forða nøkrum í at fara á háskúla. Millum annað tí, at tað kann vera lættari at læra at orða seg í so tryggum umstøðum, sum eru á skúlanm, í mun til at skulla læra tað seinni, tá mann t.d. skal lesa víðari.

Hví valdi tú at fara á háskúla?

Eg valdi at fara háskúla, tí at eg kenni fleiri, sum hava verið á háskúla, og søgdu mær, at tað var millum bestu árini av teirra lívi. Eisini tí at eg ikki kendi meg kláran at lesa víðari enn, men vildi gjarna royna okkurt nýtt aftanná at hava arbeitt í eitt ár, eftir lokna studentar tíð.

Fyri meg var ISI Ítróttarháskúli svarið, millum annað tí at eg her havi høvið at betra meg innan tær ítróttargreinar, eg havi áhuga í. Men eisini kann eg menna meg sum menniskja ígjøgnum tær íblásturslærugreinarnar, sum vit kunnu hava her.

Hvat er tað besta við at ganga á háskúla?

Tað besta, í mínum tykki, er alt tað nýggja, mann kemur at uppliva. Beiði tað serstaka samanhaldið, sum er her, og øll tey fólkini, mann kemur at kenna so væl, uppá so stutta tíð. Og at royna at búgva so nógv saman - og so tætt. Alt tað nýggja mann lærir innan sína egnu ítróttargrein, eins og alt tað mann lærir um aðrar ítróttargreinar. At enda eisini alt tað, mann lærer um seg sjálvan. Hvussu mann er, og hvussu mann kann gerast betur innan ymisk øki, um hugur er fyri tí.

Fannhard Antonsson Skoradal

Højskoleelev foråret 2019

HVUSSU ER AT VERA FØROYINGUR Á EINUM HÁSKÚLA Í DANMARK?

At eg var ein føroyingur í einum donskum háskúla helt eg bara vera stuttligt. Eg føldi meg rættliga vælkomnan har, og kom skjótt í prát við allar danskarnar. Tað er sindur øðrvísi og tað kundi vera sindur trupult at skula byrja at tosa danskt dagliga í byrjauni, men man blívur skjótt betri til at tosa málið. Eg var so heldigur at kunna tosa føroyskt inn ímillum, tí tað vóru tríggir aðrir føroyingar á háskúlanum. Vit vóru ikki teir einastu sum ikki koma úr danmark. Umframt okkum føroyingar, so vóru tað fólk úr Noregi, Svøríki, Íslandi, USA, Meksiko, Grønland Fillipininum, Trindidad Tobago, Indonesia, Cuba, Brazil. Eg helt tað vera stuttligt og áhugavert at læra tey at kenna, og síggja og uppliva hvussu ymisk mentanin hjá teimum er ímun til okkara.

HVÍ VALDI TÚ AT FARA Á HÁSKÚLA?

Eg valdi at fara á ítróttarháskúla tí eg vildi sleppa at prøva okkurt nýtt. Og eg hevði hoyrt øðiliga nógv gott frá fleiri vinmonnum sum høvdu prøva at gingið á háskúla, og eg helt at tað at ganga á einum háskúla ljóðar sum vera akkurát nakað fyri meg. Og tað livdi heilt sikkurt upp til mínar forvantningar, og meir enn tað. Eg valdi at fara á háskúla fyri at fáa fleiri góðar og øðrvísi upplivingar, prøva ting av og læra nýggj fólk at kenna, sum eisini eru frá einum øðrum londum. Og samstundis kundi eg gera nógvan ítrótt, sum eg elski.  

HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ AT GANGA Á HÁSKÚLA?

Tað er øðiliga trupult at skriva stutt um tí tað er so nógv...

Tað er heilt sikkurt tað ótrúliga góða samanhaldi vit øll høvdu á háskúlanum. Og allar tær góðu og spennandi aktivitetirnar vit gjørdu, so sum: moutain bike í skógunum, kanotúr har vit gistu úti í einum skógi, kajak polo, eg og kundi nevnt 100 ting avtrat. Tað sum eg helt var øðiliga stuttligt og spennandi við háskúlanum var at man slapp at prøva fleiri grensur av og flyta grensuna eitt sindur. Túrurin í Eysturíki fer altíð at liggja í minninum sum ein av teimum bestu túrum eg havi verið á. Har fingu vit okkum orduliga avprøvaðan har vit gjørdu fleiri aktivitetir sum eg ikki hevði rokna við eg nakrantíð fór at gera t.d at hoppa av einum 12 m høgum bergi niður í vatni. Annars var eisini orduliga hyggeligt tá vit bara vóru á háskúlanum og slappaðu av, prátaðu, spældu borðspøl,  hugdu film ella hvat vit nú gjørdu. Man hevði altíð onkran man kundi práta við, og um man hevði hug, so hevði man eisini altíð onkran at spæla borðtennsi og pool við. Vit høvdu tað avgjørt eisini tað stuttligt saman við lærarnum, sum eg fekk nógv góð prát við. Eg lærdi nógv og menti meg nógv hatta hálvaárið, har eg millum annað lærdi meg sjálvan at vera sindur meir sjálvbjragin.

Og sigast skal maturin var sera góður !

keyboard_arrow_up
Bliv elevBook rundvisning